Greta Svabo Bech og Cher klára seg væl

Cher syngur lag hjá føroysku Gretu og nýggja útgávan klárar seg væl.

Á nýggju fløguni hjá legendarisku sangkvinnuni Cher, Closer to the Truth, er eitt lag við, ið nevnist My Love. Lagið eigur ein føroyskur tónleikari, nevniliga Greta Svabo Bech.

 

Fløgan hjá Cher og lagið My Love klára seg væl á heimsins listum, eitt nú Billboard.

 

Fyri nøkrum døgum síðani var Cher gestur í brestku útgávuni av X-Factor, og tað var júst við lagnum My Love, at hon har fór á pall.