Ógreitt hvønn Pedagogfelagið skal samráðast við

- Tað er ógvuliga seint at fáa at vita tríggjar vikur áðrenn sáttmálin fer úr gildi, at Fíggjarmálastýrið ikki hevur heimild at samráðast við okkum, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag

 

Sáttmálin hjá Føroya Pedagogfelag gongur út í dag. Men um tað verða umboð fyri Fíggjarmálastýrið ella allar 49 kommunurnar í Føroyum, sum fara at sita hinumegin borðið, tá ið Føroya Pedagogfelag skal samráða seg til nýggjan sáttmála fyri limir sínar, er ógreitt í hesi løtu. Føroya Pedagogfelag hevur nevniliga fingið at vita, at Fíggjarmálastýrið ikki metur seg hava heimild at samráðast við felagið. Hetta kemst av, at kommunurnar 1. juli í fjør yvirtóku dagstovnaøkið frá landinum. Tískil skal Føroya Pedagogfelag eftir øllum at døma út at samráðast við allar kommunurnar, ið hava dagstovn. Framferðin í hesum máli undrar forkvinnuna í Føroya Pedagogfelag, Caritu Björklund, ikki sørt.

- Meðan dagstovnalógin var ávegis og til viðgerðar á tingi, fingu vit at vita, at Fíggjarmálastýrið framvegis fór at vera okkara samráðingarpartnari. Hetta er ikki niðurfelt í nakra lóggávu, men undir fyrstu og aðru viðgerð av lógaruppskotinum og í tveimum fyrispurningum hevur landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum sagt, at samráðingarrætturin er í Fíggjarmálastýrinum, sigur Carita Björklund.


Skrivað til løgmann

Alt seinasta heyst hevur Pedagogfelagið samráðst við Fíggjarmálastýrið um nakrar flokkingar innan dagstovnaøkið. Í november í fjør gjørdi Pedagogfelagið greitt yvir fyri Fíggjarmálastýrinum, at sáttmálin skuldi sigast upp, og 1. februar í ár vóru krøvini til komandi samráðingar latin inn.

- Fyrst í februar fingu vit av einum embætisfólki í Fíggjarmálastýrinum at vita, at tey ikki mettu seg hava heimild at samráðast við okkum, tí kommunurnar høvdu yvirtikið økið. Tí gjørdu vit greitt, at tað var Almanna- og heilsumálastýrið, vit skuldu handa okkara krøv til.

- At finna út av tríggjar vikur áðrenn sáttmálin fer úr gildi og eftir at vit hava samráðst alt seinasta heyst, at Fíggjarmálastýrið ikki hevur heimild at samráðast við okkum, er ov galið. Spurningurin er eisini, um tað eru embætisfólkini, sum skulu finna út av, hvar samráðingarrætturin liggur. Embætisfólk í Almanna- og heilsumálastýrinum leggur tað upp til Pedagogfelagið og Fíggjamálastýrið at finna út av, hvørji vit skulu samráðast við. Hetta er burturvið og ein ógvuliga løgin framferð. Tá vit á henda hátt hava fingið mótstríðandi upplýsingar um sama mál frá tveimum stýrum hava vit ikki gjørt mætari enn skrivað til løgmann fyri at fáa hann kann greiða spurningin.


Nýggj støða

Síðani dagstovnaøkið seinasta summar varð latið kommununum at umsita, hevur Pedagogfelagið roknað við at sessast til samráðingar við Fíggjarmálastýrið nú í vár.

- Vit hava ikki eina løtu ivast í tí. Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at vit ikki vilja samráðast við kommunurnar. Tað hevur bara ongantíð verið uppá tal.

- Tað eru fyrimunir við at hava ein heldur enn fleiri at samráðast við. Skulu vit samráðast við hvørja kommunu sær, er vandi fyri, at úrslitið verður misjavnt. Hinvegin hava vit fingið at vita, at Fíggjarmálastýrið skal góðkenna allar sáttmálarnar, tí sambært lógini hevur landið endaliga eftirlitið, sigur Carita Björklund.