Greiður meiriluti fyri barnakekkinum

Forsyrgjarar undir útbúgving kunnu gleða seg. Tí eftir summarfrítíðina kemur nýggj skipan í gildi, sum leggur eitt barnaútgjald oman á útbúgvingarstuðulin. Talan er í fyrstu atløgu um 500 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið, men framsøgufólk úr øllum flokkum siga seg sinnað at hækka útgjaldið.

John Johannessen, Løgtingsmaður
www.john.fo

Javnaðarflokkurin hevur síðani valið strongt á, fyri at skapa betri fíggjarligar møguleikar hjá forsyrgjarum at nema sær útbúgving. Í vetur samtyktu vit lóg um barsilsskipan fyri lesandi, sum gevur møguleika fyri at barnsburðarfarloyvi í eitt heilt ár við fullum útbúgvingarstuðuli. Skipanin er bæði galdandi fyri mammur og pápar á jøvnum føti. Hendan skipanin kom í gildi á nýggjárinum.

Næsta og mest týdningarmikla stigið verður tikið við lógaruppskotinum, sum í hesum døgum er til viðgerðar í løgtinginum. Nú snýr tað seg nevniliga um at betra um møguleikarnar at vera lestrarvirkin og forsyrgjari samstundis. Hetta gera vit við at leggja ein forsyrgjarastuðul oman á útbúgvingarstuðulin. Í lógaruppskotinum frá landsstýrismanninum í mentamálum er upphæddin sett til 500 krónur fyri hvørt barnið um mánaðin. Tað vil siga 1.000 krónur, um tú t.d. eigur tvey børn og er í gongd við útbúgving.

Møguleiki er fyri, at upphæddin verður hækkað, áðrenn lógaruppskotið verður samtykt. Í øllum førum hava bæði eg sjálvur og framsøgufólk úr øðrum flokkum mælt til, at mentanarnevndin viðger møguleikan at hækka upphæddina. Mentanarnevndin heldur sín fyrsta fund um málið týsdagin 27. mars.

Tað var eftir kravi frá Javnaðarflokkinum, at tað eydnaðist at fáa niðurfelt í samgonguskjalið, at skipanin við lestrarstuðuli skuldi endurskoðast. Endamálið skuldi vera, at fáa hækkað stuðulin til forsyrgjarar umframt at geva lesandi møguleika at fara í barnsburðarfarloyvi við fullum lestrarstuðuli. Hesi lyfti eru nú hildin við góðum stuðuli frá landsstýrismanninum í mentamálum og samgonguni annars.

Javnaðarflokkurin er av teirri sannføring, at so góðir útbúgvingarmøguleikar til so stóran part av fólkinum sum gjørligt, er sjálv høvuðs fortreytin fyri samfelagsligari menning. Allir føroyingar skulu hava javnbjóðis fíggjarligar møguleikar at velja útbúgvingarleiðina og harvið tryggari starvs- og fíggjarviðurskifti.