Greiða fingin á ósemjuni millum Føroyar og Grønland um kongafiskin í Irmingarhavinum

Í døgunum, 18.-19. november, vórðu árligu fiskivinnusamráðingarnar millum Føroyar og Grønland hildnar í Keypmannahavn.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, er nøgdur við avtaluna, sum loysir upp í stríðnum, sum var millum Føroyar og Grønland fyrr í heyst

Fiskivinna
Á fundinum varð avtalan fyri árið, sum skjótt er umliðið, endurskoðað, og hetta er eitt av málunum, sum Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, hevði sett sær fyri.
 Partarnir komu ásamt um, at føroysk skip í komandi ári kunnu fiska 4.000 tons av uppsjóvar kongafiski av felags Føroyar/Grønland/ NEAFC- kvotuni í Irmingarhavinum ella í grønlendskum sjógvi. Í avtaluni er møguleikin innbygdur, at hendan kvotan kann økjast við 1200 tonsum aftrat eftir ávísum leisti, sum semja nú er um.
 Grønlendsk skip kunnu fiska 2.800 tons av norðhavssild burturav føroysku  strandarlandskvotuni í føroyskum sjógvi ella í altjóða øki, men Grønland fær ikki makrel í
føroyskum sjógvi komandi ár.
 Partarnir samdust um at halda fram at royndarveiða hjá hvørjum øðrum, soleiðis at føroysk skip kunnu fiska við troli ella línu 150 tons av svartkalva í Vesturgrønlandi, norðanfyri 68 stig N. Aftrat hesum kunnu í mesta lagi 3 skip í senn fiska við troli ella línu eftir toski, brosmu og steinbíti í Eysturgrønlandi í upp til 100 fiskidagar tilsamans. Hjáveiðan av kalva og svartkalva er sett til 250 tons tilsamans.
Hinvegin kann ein grønlendskur trolari fiska upp til 450 tons av botnfiski í
føroyskum sjógvi. Hjáveiðan av toski og hýsu kann í mesta lagi verða 20% av
botnfiskaveiðuni. Eitt grønlendskt skip kann eisini royndarveiða eftir krabba á ytru fiskidagaleiðini.
 Partarnir komu ásamt um, at tað aftur í 2003 skal vera møguligt at býta fiskidagar eftir rækjum á NAFO- økinum, og hevur Grønland lodnu eftir í Eysturgrønlandi, skal vera møguligt hjá føroyskum skipum at keypa burturav hesi. Eisini kunnu føroysk skip fiska 50% av íslendsku lodnukvotuni í grønlendskum sjógvi.
 Eins og undanfarna ár, skal aftur komandi ár verða møguligt hjá føroyskum verksmiðjuskipum at taka ímóti fiski í Grønlandi, um toskafiskiskapurin skuldi byrjað aftur,
og grønlendsk virkir ikki fáa tikið ímóti.
  Partarnir eru samdir um at virka fyri vaksandi fiskivinnusamstarvi í vinnuni
hjá báðum londunum. Hetta hevur við sær, at føroysk og grønlendsk reiðaríir framvegis kunnu gera avtalur um yvirskotskvotur í grønlendskum sjógvi.
 Partarnir umrøddu samstarvið um fylgisveinaeftirlit og um veiðitøl. Eisini
umrøddu partarnir samstarvið í NAFO, NEAFC og NAMMCO umframt umsitingina av
kongafiskastovninum í Irmingarhavinum.
 Landsstýrismaðurin, Jørgen Niclasen, er nøgdur við avtaluna ikki minst, tí hon greiðir spurningin um kongafiskakvotuna, sum stríð stóðst av millum føroyskar og grønlendskar myndugleikar í heyst.