Greenpeace er ímóti oljuboring í tí arktiska økinum, og í gjár royndi felagsskapurin at steðga pallinum ?Leiv Eiriksson?, sum er á veg til Grønlands at bora. Tíðindastovan AP skrivar, at ellivu fólk hjá Greenpeace tóku upp á pallin, sum er á veg úr Istanbul til Grønlands.
Við sær høvdu tey stór skelti, sum kravdu, at oyðingin í Arktis verður steðgað, og at altjóða samfelagið fer burtur frá oljuni til grøna varandi orku.
AP skrivar, at seks av teimum ellivu fóru av pallinum, tá hann fór ígjøgnum Bospurus-sundið, men sum skilst eru hini fimm framvegis á pallinum.