Teir báðir jassarnir sum høvdu óhepnu úttalilsini á Sky Sports førdu til, at Andy Gray fekk sekkin, meðan Richard Keys fór. Teir eru nú aftur at hoyra á talkSPORT. Teir báðir vóru stutt gestir á morgunsendingini hjá Alan Brazil á talkSPORT, áðrenn teir tóku yvir frá klokkan 10 til 13.
Teir komu í rættiligt ódnarveður, tá teir fyri opnum mikrofonum háðaðu ein kvinnuligan linjudómara til dystin Wolves-Liverpool. Sian Massey var linjudómari, og Gray helt, at onkur átti at farið niður at lært hana um rangstøðuregulin.
Seinni koma eisini eitt klipp á You Tube har Gray biður ein kvinnuligan medvert um at hjálpa sær at fáa mikrofonina í buksurnar.
Seinni kom eisini eitt brot fram, at Richard Keys tosar niðursetandi um eina fyrrverandi unnustu hjá Jamie Redknapp.
Nú eru teir so í luftini aftur, men hesaferð í radioverðini.










