Gravgangur eftir útlendsku gimsteinunum

Anderson Castilho skoraði fýra ferðir fyri NSÍ, og FSV04 hevur longt samstarvið við Andrzey Stretowicz, sum skoraði trý mál. Hann verður eisini í Sandavági í 2008

Fótbóltur

Tað er talan um lotto spæl, tá ið føroysk fótbóltsfeløg fáa útlendskar spælarar henda vegin. Serliga tá ið tað verður farið langt eftir spælarunum. Viðhvørt er talan um plettskot, og aðrar tíðir er talan um kiksarar.
Dømini um kiksarar hava verið so mong. Higartil hevur pólverski álopsspælarin hjá GÍ, Tomaz Sajdak, ikki sannført um, at hann er maðurin, sum skal skjóta gøtumenn til mál og sigrar, og Chris Ceroni og Kareem Smith hava higartil ikki sannført, at teir eru upplagdir styrkir hjá KÍ.
Jovan Panic skuldi styrkja HB miðvøllin í fjør. At talan ikki var um plettskot sæst aftur í, at Jovan nú er á miðvøllinum hjá FSV04.

Plettskotini
Tveir útlendingar hava í ár verið sannir úrmælingar. Annar teirra er Anderson Casthilio. Hann spælir við NSÍ, sum hann higartil hevur skorað sjey mál fyri í landskappingini. Sunnudagin staðfesti hann rudduliga, hvussu góða málnøs hann hevur. Hesa ferð skoraði hann fýra mál!
Ein annar útlendingur, sum rættiliga hevur gjørt um seg, er Andrzey Stretowicz. Hann er keyptur úr Póllandi og til Sandavágs at gera mál í næstbestu deildini. At talan hevur verið um plettskot sæst á máltindinum. Andrzey hevur higartil skorað seks ferðir í landskappingini, og ímóti B36 skoraði hann tríggjar ferðir.

Gravgangurin
Tá ið tað vísir seg, at útlendingar standa seg væl, hevur tað ofta víst seg, at áhugin frá øðrum feløgum økist fyri at fáa fatur á gimsteinunum.
Sorin Anghel hevur verið framúr øll árini, hann hevur verið á Eiði og nú í Streymnesi. Tað er lættari at finna fram til feløg, sum ikki hava bjóðað Sorin Anghel sáttmála, enn tað er at finna feløg, sum ikki hava bjóðað málsnillinginum við góða hegninum sáttmála.
Anderson Casthilio vísti seg at vera málsøkin, tá ið hann fyri tveimum árum síðani kom til Toftir. Hann var aftur á Toftum í fjør, men eftir at B68 flutti niður, gjørdi Tofta Ítróttarfelag av ikki at leingja samstarvið við brasilumannin. Fleiri feløg dyrgdu eftir Anderson, sum framvegis býr á Toftum, og teir í Runavík eru sjálvsagt ovurfegnir um, at tað eydnaðist teimum at fáa sáttmála við hann. NSÍ og Anderson hava eitt ára sáttmála. Tað fer at vísa seg, um Anderson næsta kappingarár verður í Runavík ella onkra aðra staðni.
Upprunaliga høvdu FSV04 og Andrzey Stretowicz eitt ára sáttmála. At pólverjin longu hevur sannført um, hvussu dugnaligur málskjútti hann er, hevur havt við sær, at teir í Sandavági hava borið skjótt at. Í vikuni, sum fór, varð sáttmálaskeiðið longt til eisini at fevna um 2008.
Áður hava teir í FSV04 kent sviðan av, at onnur feløg eru strokin avstað við útlendskum spælarum, sum hava verið sannir gimsteinar. Nú hava teir syrgt fyri, at tað ikki uttan víðari fer at bera øðrum feløgum til at fara avstað við Andrzey Stretowicz. Sambært FSV04 heimasíðuni trívast hann og familjan væl í Sandavági. Nevndin í FSV04 hevur gjørt skjótt av, og tað er væl skiljandi.
Clayton Soares er toppskjútti á Sandi. Hann hevur í fimm teimum fyrstu umførunum staðiliga prógvað, at tað ikki bara er í næstfremstu deildini, at hann megnar at skjóta nógv mál. Tað er væl skiljandi, um sandoyingar tosa við toppskjúttan um framtíðar samstarv. Tí tað er gravgangur eftir útlendsku gimsteinunum!