Grava út fyri báðum hotellunum

Nú eru fyrstu sjónligu teknini til, at tvey nýggj hotell verða bygd í Havn komandi dagarnar, at síggja.

 

Myndamaður okkara, Álvur Haraldsen, var í morgun úti og tók hesar myndirnar.

 

Sum sæst eru tey nú farin at grava út bæði á Staravegnum, har Hotell Atlantic skal liggja, og á Oknarvegi, har nýggja hotellið hjá Smyril Line skal liggja.

 

Hotell Atlantic skal eftir ætlan hava 130 kømur, meðan nýggja hotellið skal rúma 126 kømurun.

 

Bæði hotellini skulu eftir ætlan takast í brúk í 2020.