Samstundis sum tað gjørdist endaliga greitt, at økisgranskingin í Klaksvík verður veruleiki, eru handverkararnir um at vera lidnir við arbeiðið, at umskapa politistøðina til granskingardepil.
Øll miðhæddin er umvæld og innrættað av nýggjum. Gólv og loft eru skift út, og nýggir skilaveggir eru settir upp, so at hølini hóska til síni nýggju endamál. Ljóst og snotiligt er inni.
Tað eru Fuglø Arkitektar í Klaksvík sum hava teknað nýggju hølini, sum fevna um tríggjar skrivstovur og eina móttøku.Samstundis sum handverkarar leggja seinastu hond á sítt arbeiði, hava granskararnir sett sjøtul á sítt. Tá Sosialurin stakk inn á gólvið á deplinum í síðstu viku var tann fyrsta teldan sett upp og tendrað, og bíðað varð eftir telesambandi - og innbúgvi.
Granskingardepilin í Klaksvík skal granska møguleikarnar at menna øki í føroyska samfelagnum, sum liggja kring miðjaðaran. Fleiri verkætlanir eru á skránni og virksemi verður eisini aðrasteðs enn í gomlu politistøðini.










