Vit hava her á hesum stað nevnt, at landið átti at staðið á odda fyri at skapt eitt mennandi arbeiðsumhvørvi fyri vælútbúgvið fólk. Tá so eitt av hesum fólkum finst at umsitingini fyri at granska ov lítið í eitt nú føroyska tjóðarroknskapinum, so má hettar metast sum eitt álvarsmál, ið vónandi verður hugt at í umsitingini. At tað verður granskað ov lítið í tjóðarbúskapi er so eitt, men tað merkir ikki, at als eingin gransking gongur fyri seg í Føroyum.
Fróðskaparsetrið er tíbetur eitt aktiv, hvat gransking viðvíkur. Har verður granskað í náttúruvísund søgu o.s.fr. Spurningurin er bert, um landsumsitingin við teimum ymsu stýrunum veit av, hvat gongur fyri seg.
Vinnumálastýrið sendi herfyri fólk til Svøríkis at hyggja at kunningartøkni, uttan yvirhøvur at spyrja, hvat Fróðskaprsetrið visti um evnið. Nú hevur Vinnumálastýrið ikki júst verið tað stýrið, ið hevur skarað mest framúr við hepnum handalag, men eitt minsta krav má verða, at menn seta seg inn í tað, teir gera. Tað ber illa til, at hjólið og tann djúpi tallerkurin verða enduruppfunnin ferð aftaná ferð, tí umsitingin heldur, at einki er gjørt av nøkrum uttan fyri stýris-bøgarðarnar. Slíkt hevur Føroya land snøgt sagt ikki ráð til.
Vónandi ber til at endurskoða Finn Norman Christensen bygnaðin, so brýr verða bygdar millum ymsu stýrini. Høgra hond má vita hvat vinstra ger. Um stýrini ganga hvør í sínum lag og halda seg verða pionerar, so er vandi fyri at ganga í ring og skapa dupultfunktiónir.
Vit hava her á hesum stað leingi eftirlýst einum kjak um Norman Christensen bygnaðin og avleiðingarnar av honum. Spurningurin er, um tað er eitt úrslit av bygnaðinum, at Vinnumálastýrið ikki veit, hvat gongur fyri seg í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum ella um feilurin kemst av, at umsitingin ikki granskar í tí, hon átti at granskað í, heldur enn eitt nú náttúruvísind. Føroyingar hava tíbetur eitt Fróðskaparsetur, og harmiligt hevði verið, um miðfyristingin ikki gekk á odda í at gera brúk av hesum, heldur enn at royna at byrja fyri seg sjálvan frá fyrstu síðu av.