Granskari hevur ørar ætlanir við Føroyum

Ein bretskur granskari vil nú hava brestsku stjørnina at streingja á at byggja fleiri torn í Føroyum, sum skulu spræna sjógva upp í loftrúmið.

Aðrir granskarar siga, at her er onki høpi í.

Tað er bretski granskarin, Stephen Salter, sum hevur fostrað hesa ætlanina, sum hann eisini hevur skotið upp fyri enskum tinglimum.

Endamálið er, at tornini skulu spræna sjógv upp í loftrúmið, at taka sólarhita í seg og beina geislingarnar út aftur í rúmið, fyri at fáa jørðina at kólna, skrivar videnskab.dk.

Jørðin hitnar í hvørjum og Stephen Salters, sum er professari á universitetinum í Edinburgh kann nú skriva seg á listan yvir granskarar, sum hava meiri og minni veruleikafjarð uppskot um, hvussu jørðin kann fáast at kólna aftur.

Hann sigur, at 100 veðurlagstorn kunnu bjarga støðuni.

Men tey skulu standa passaliga norðaliga á jarðarknøttinum, har tað er nóg mikið av plássi og reinari luft

Sjálvur heldur hann, at tornini standa væl í Beringssundi í millum Russland og Alaska.

Men ein annars sjálvsagdur møguleiki er at byggja tey í Føroyum.

Men tornini eru høg, næstan ein kilometur, hvørt.

Eigil Kaas, professari á Niels Bohr stovninum á universitetinum í Keypmannahavn, undrast stórliga á uppskotið.

- Tað eru øgiliga mongdir av sjógvi, sum skulu sprænast upp í lofthavi og tað krevur ófatiligar mongdir av orku.

Hann leggur afturat, at annars er Føroyar merktar av hørðum ódnum og nógvum avfalli, so skal hetta rigga, skulu tornini verða so høg, at tey røkka heilt upp um regnið, annars verða saltbitlarnir í sjónum bara skolaðir niður aftur á jørðina.

So hóast tað skulu neyvar útrokningar til fyri at gera hesa ætlanina til veruleika, haldi eg, at hetta ljóðar sum tann reini, blanki ørskapur, heldur hann fram í videnskab.dk.

Stephen Salter hevur áður havt líknandi ætlanir, men tá hugsaði hann um at lata skip við óvanliga høgum skorsteinum sigla á heimshøvunum og spræna sjógv upp í loft.