Sambært CNN halda granskarar seg nú hava funnið eitt nýtt slag av hvali út fyri strondini í Meksiko. Hvalirnir vórðu funnir, tá eitt lið av granskarum fóru út at kanna eitt ikki eyðmerkt ljóðsignal í økinum. Tað var nærindis San Benito-oyggjunum, at granskarar hjá Sea Shepherd Conservation Society sóu tríggjar nevhvalir.
Serfrøðingar innan nevhvalir og granskarar megnaðu at taka myndir og film av hvalunum, og við einum undirvatnsupptakara fingu teir eisini tikið upp ljóð, sum hvalirnir góvu frá sær. Granskararnir, Gustavo Cárdenas Hinojosa, Jay Barlow og Elizabeth Henderson, eru rættiliga vísir í, at hvalirnir ongantíð eru skásettir áður.
Nú skulu ílegur hjá hvalunum kannast fyri at staðfesta, um hetta er eitt nýtt hvalaslag.
Sagt verður, at ljóðsignalini, sum hesir hvalir senda, er heilt serstakt, og granskararnir hava sambært CNN ongantíð áður staðfest hesi ljóð hjá hvali. - Kanska hava vit funnið tað, sum eingin trúði var møguligt - eitt stórt súgdjór, sum eingin visti var til, siga granskararnir.
Um hesa leinkju síggjast upptøkur av hvalunum - https://www.tv2.no/nyheter/11828203/