Graham í uppskoti til nógvan heiður

Lukas Graham hevur fingið til­nevn­ingar til Danish Mus­ic Awards og MTV heið­ursløn.

 

Lukas Graham hevur fingið  til­nevn­ingar til Danish Mus­ic Awards og MTV heið­ursløn.

 


Seinni í hesum mán­að­i­num kemur poppbólkurin Luk­as Graham til Føroya at hava tvær konsertir í høll­ini á Hálsi í Havn. Í fyrsta um­fari var ætlanin at hava eina konsert, men hon varð út­seld eftir fáum tímum, og tí varð eykakonsert sett á skránna.

 

Tað er ikki bert í Før­oy­um, at Lukas Graham er tað heilt stóra. Nú til­nevn­ing­ar­nar til Dan­ish Music Awards eru gjørdar, er Lukas Gra­ham millum tey mest til­nevndu. Lukas Graham er til­nevndur til fimm ym­iskar heiðurslønir – til ársins útgávu, ársins bólk, árs­ins sangskrivara, árs­ins popp­útgávu og til ser­liga á­hoyr­ar­a­heið­urs­løn­ina.

 

Longu dagin eftir kon­sert­irnar í Føroyum kann Lukas Graham vinna heið­urs­løn, tí tað verða MTV Eu­ro­pean Music Awards hildn­ir, og har er Lukas Gra­ham í uppskoti sum besta danska navnið í ár.

 

Konsertirnar við Luk­as Graham í Føroyum verða fríggjakvøldið 23. ok­tober og leygarkvøldið 24. oktober. Konsertin leyg­ar­kvøld er útseld, men at­gong­u­merki fáast fram­veg­is til konsertina fríggja­kvøld.