Á miðdegi í dag undirritaðu Pf. Eystur- og Sandoyartunlar og Runavíkar kommuna avtalu um grót úr Sandoyartunlinum. Partarnir eru samdir um, at Runavíkar kommuna tekur ímóti 300.00 rúmmetrum av grótinum, sum kemur upp úr tunlinum Streymoyarmegin.
Partarnir hava áður samstarvað um grót úr Eysturoyartunlinum. Í tí førinum gjørdu kommunurnar við Skálafjørðin avtalu við Pf. Eystur- og Sandoyartunlar, og Runavíkar kommuna fekk 58% av grótinum, sum kom upp úr tunlinum Eysturoyarmegin. Meginparturin er lagdur í havnalagið hjá Runavíkar Havn í Saltangará, meðan nakað er flutt av Strondum yvir í Rókina og til Søldarfjarðar.
Runavíkar kommuna hevur ætlanir um at víðka havnalagið heilt inn ímóti bátahylinum á Glyvrum, og avtalan, sum nú er gjørd um grót úr Sandoyartunlinum, røkkur til alt tað ætlaða upplandið í økinum.
Áhugin fyri at virka í økinum er alstórur, og í hesum døgum verða seinastu strikurnar teknaðar, har komandi økið verður disponerað til virksemi, sum í størstan mun skal ganga um bryggjukantin. Í fyrstu atløgu snýr málið seg nú um at fáa skil á upplandinum, á leið 80.000 fermetrar og í aðru atløgu snýr tað seg um at fáa eina rampu gjørda og atløgusíður haðan og norðureftir á 15 metra dýpi.
Kelda. www.runavik.fo