Í dag er tjóðdagur í Grønlandi, sum í ár merkir, at grønlendingar hátíðarhalda, at 10 ár eru liðin síðan, Grønland fór frá heimastýri til sjálvstýri.
Í hesum sambandi verður flaggað við grønlendska flagginum í bæði Danmark og Føroyum. Tey, ið hava sæð býarbussarnar í Havn í morgun, hava ivaleyst sæð, at grønlendska flaggið veittrar á bussunum.
Hesin dagurin í 2009 var ein veitsludagur, tí væntaninar um eina bjarta framtíð við inntøkum frá minudrif og olju vóru stórar.
Men tað gekk ikki, sum væntað, tí Grønland hevur enn fleiri búskaparligar og sosialar avbjóðingar. Rávøruævintýrið bíðar enn eftir at vera fortalt, og av teimum 33 ítøkiligu økinum, sum sjálvstýri skuldi taka ábyrgd fri, er bara eydnast við hálvumøðrum.
Harvið sær tíggiárahátíðarhaldið út til at blíva ein skuggablettur heldur enn ein sólstrála, er metingin hjá Ritzau.