Grønlendskir sjúklingar ?skulu viðgerast í ?Íslandi ella Danmark

Grønlendskir sjúklingar fáa nú viðgerð í Íslandi ella í Danmark, og í øðrum førum kemur útlendskur serlækni til Grønlands

Heilsumál ?Árni Joensen: ?arni@sosialurin.fo
Grønlendingar, sum hava bíðað eftir at fáa viðgerð á landsins sjúkrahúsum, fáa nú viðgerð uttanlands. Grønlendska heilsuverkið hevur gjørt sáttmála við fleiri sjúkrahús í Danmark og Íslandi, ið skulu viðgera grønlendskar sjúklingar, ið bíða eftir viðgerð. Í løtuni standa 311 fólk á bíðilista til ymsar viðgerðir.
Millum annað hevur heilsuverkið gjørt sáttmála við Arresødal Privathospital í Danmark um at viðgera 100 sjúklingar, sum hava trupulleikar við hoyrnini. Hetta sama sjúkrahúsið skal eisini viðgera 70 grønlendingar, sum skulu hava nýggj knø. Í mai fara 20 fólk til Íslands, har tey skulu til serliga oyrnaviðgerð.
Umframt sáttmálarnar við sjúkrahúsini hevur grønlendska heilsuverkið gjørt sátmála við ein skurðlækna, sum kemur til Grønlands at viðgera 36 fólk, sum hava ymsar liðatrupulleikar. Hann skal arbeiða á sjúkrahúsinum í Ilulissat ta tíðina, hann er í Grønlandi.
Julie Præst Wilche, sum arbeiðir í grønlendska heilsumálaráðnum, sigur við kringvarpið KNR, at sjúkrahúsini í Danmark og Íslandi eru vald út frá góðskukrøvum, men tann fíggjarligi parturin hevur eisini havt týdning, sigur hon.