Grønlendskar kvinnur skulu hava nevndarsessir

Sum er er bara fjórði hvør nevndarlimur í teimum almennu fyritøkunum í Grønlandi kvinna, men nú er ein meiriluti í Landstinginum til reiðar at bøta um javnvágina. Eitt uppskot, sum er lagt fram, sigur, at nevndir við trimum limum skulu hava í minsta lagi eina kvinnu, og at nevndir við fimm limum skulu hava minst tvær kvinnur ella minst tveir menn, tí uppskotið vendir báðar vegir, sigur KNR.

Uppskotið byggir á royndir í Noregi, har reglan er, at minst 40 prosent av nevndarlimunum skulu vera kvinnur.

Tey, sum standa aftan fyri uppskotið í Landstinginum, siga, at tey vildu helst sloppið undan at lóggeva kynsliga javnvág í almennum nevndum, men at royndirnar vísa, at tað helst er neyðugt.