Rusland er seinnu árini vorðið ein ógvuliga týðandi marknaður fyri føroyskar fiskavørur.
Nýggjastu tølini hjá Hagstova Føroya vísa, at útflutningsvirðið av laksi, makreli og sild til Ruslands var 1,9 miljardir krónur í 2016. Hetta er ein fjórðingur av øllum fiskaútflutningi í Føroyum.
Eftir Rusland er USA tann marknaður, sum keypir næst mest úr Føroyum. Á triðja plássi er Bretland, og síðan koma Danmark og Kina.
Sjálvt grønlendska heimasíðan - www.sermitsiaq.ag - hevur heft seg við søguna aftan fyri, at Rusland er vorðið ein so stórur og týðandi marknaður hjá føroyskum fiskaútflytarum.
- Føroyar hava traditión fyri at handla við Rusland, men tað er ikki fyrr enn seinnu árini, at útflutningurin er vorðin so stórur.
Heimasíðan vísir á, at stóri vøksturin byrjaði í 2014, tá ES boykottaði Føroyar undir makrelstríðnum. Hetta førdi til, at Føroyar noyddust at finna sær nýggjar marknaðir.
- Síðan hava ES og Rusland sett í verk boykot yvirfyri hvørjum øðrum. Eftir boykottið hevði Rusland brúk fyri øðrum fiskavørum, og her kundu Føroyar vera við til at fylla holini.
Grønlendska heimasíðan vísir á, at í byrjanini fingu Føroyar fleiri áminningar frá donsku stjórnini um ikki at gera sær dælt av boykottinum millum ES og Rusland.
- Men, tað er Rusland, sum boykottar matvørur úr ES, og tí er føroyski útflutningurin til Ruslands ikki undirgraving av einum ES-boykotti, skrivar www.sermitsiaq.ag