Veðurlagsbroytingarnar gera, at grønlendingar nú fáa meira burtúr jarðarbrúkinum. Innast í einum av firðunum í Suður-Grønlandi hevur bóndin Ferdinand Egede velt eina rúgvu av eplum.
Familjan Egede fæst júst í hesum døgum við at taka eplini upp, tey rokna við at fáa eini 50 tons av eplum í ár. Tað verður eingin trupulleiki, at selja eplini í Grønlandi, segði bóndin Ferdinand Egede við KNR, tað verður ringt allastaðni frá, um at fáa eplir, segði hann við KNR.
Grønlendingar eru eisini farnir at hava oksar. Í Narsaq hava Suka Frederiksen og maður hennara, sum tey fyrstu í Grønlandi, neyt til kjøtframleiðslu. Tey fyrstu neytini verða dripin í heyst, og áhugin er stórur at fáa fekst neyta/oksakjøt, tað eru serliga matstøðini, sum vísa stóran áhuga.
Flest allastaðni óttast fólk fyri veðurlagsbroytingunum, men summir grønlendingar fegnast. Í eini viðmerking segði fólkatingslimurin Lars-Emil Johansen: ?Det er ikke i sig selv en fordel, at alt er så koldt.?