Í gjár undirskrivaðu grønlendski landsstýrisformaðurin Kim Kielsen og danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen eina avtalu, ið tryggjaði, at danski staturin verður partur av byggingini av nýggju flogvøllunum í Nuuk og Ilulissat.
Grønlendski miðilin Sermitsiaq skrivar í dag, at í samband við nýggju avtaluna hevur grønlendska landsstýrið bundið seg til at keypa partabrøvini hjá danska statinum í grønlendska flogfelagnum Air Greenland.
Sum nú er eiga grønlendingar og SAS hvør síni 37,5 prosent av partabrøvunum, meðan danski staturin eigur 25 prosent av partabrøvunum. Avtalan merkir sostatt, at ognarskapurin hjá grønlendingum økist upp í 62,5 prosent.
Sermitsiaq veit tó at siga, at danska stjórnin hevur lovað, at vinningurin av søluni av partabrøvunum í Air Greenland verða brúktar til at skapa virksemi í Grønlandi. Tað er nevniliga ein partur av teimum 220 milliónum krónunum, ið sambært avtaluni, eru settar av til ymisk endamál, ið skulu skapa nýggjar íløgur, verkætlanarmenning og nýggj arbeiðspláss í Grønlandi.
Avtalan sum Kim Kielsen og Lars Løkke Rasmussen undirskrivaðu í gjár inniber, at danska stjórnin fær ein 33,3 prosent ognarskap av flogvøllunum í Nuuk og Ilulissat. Afturfyri rindar danska stjórnin 700 milliónir krónur til verkætlanirnar, umframt at danska stjórnin veitir Grønland eitt lán upp á 450 milliónir krónur við lágari rentu og veitir garanti upp á 450 milliónir krónur, so at Grønland kann fáa eitt lán við lágari rentu frá Nordiske Investeringsbank.