Fólkatalið í Grønlandi minkar, og tað kemst serliga av fráflyting. Roknað verður við, at fráflytingin heldur fram komandi árini, skrivar Sermitsiaq.
Framskriving hjá Grønlands Statistik vísir, at næstu 20 árini fer fólkatalið i Grønlandi at minka við 4000 fólkum. Í løtuni búgva um 50.000 fólk í Grønlandi, og framskrivingin vísir, at í 2040 verður fólkatalið um 46.000 fólk.
Sambært Grønlands Statistik eru tað fólk í øllum aldri fram til pensjónsaldur, sum flyta av landinum, og sum gongdin er nú, flytur annaðhvørt fólk, sum verður føtt í Grønlandi, av landinum.










