Grønland ilskast inn á bann ímópi kópaskinnum

Heimastýrið í Grønlandi fýlist á, at ES-nevndin ætlar at banna handli við kópaskinnum Grønlendska heimastýrið er sera vónsvikið av, at ES-nevndin ætlar at banna øllum handli við kópaskinnum og at banna limalondunum at innflyta kópaskinn.

Heimastýrið vísir á, at ES-nevndin brúkar djóravælferð sum grundgeving fyri sínari ætlan. Niðurstøðan hjá heimastýrinum er tí, at málið snýr seg meiri um kenslur enn um veruleikan.

Grønlendsku politikararnir vilja vera við, at ætlanin hjá ES-nevndini stríðiur ímóti reglunum hjá heimshandilsfelagsskapinum WHO.