Tað vekir ans, og ikki minst harmast mong í Grønlandi, nú Den Danske Ordbog dagførir sína heimasíðu í dag, 10. november, og eitt av orðunum, ið valt er at koma í bókina er "grønlænderstiv". Merkingin er, at ov nógv av alkoholi er farið niðurum. Men orðið hevur ikki verið alment viðurkent, men tað verður tað við upptøkuni i orðabókina, skrivar Sermitsiaq.
Sambært Sermitsiaq fellur tað ikki í góða jørð hjá Malene Schørring, forkvinnu í Inuit, ið er meginfelag fyri 23 feløg hjá grønlendingum í Danmark.
- Hetta er niðursetandi, og pínir hjørtu okkara, at hetta kemur við í orðabókina, og hetta vísir, at danir vita lítið um grønlendingar, sigur hon, og vísir á, at hagtøl siga, at danir drekka størri nøgdir av alkoholi, enn grønlendarar.
Schørring sigur, at Det Danske Sprog- og Litteraturselskab, ið velur nýggju orðini, ikki skal vænta, at tað í grønlendska umhvørvinum verður latið sum onki viðvíkjandi orðinum "grønlænderstiv".