Tað er ikki bara í Føroyum, at tað gongur striltið at fáa eina semju um eina nýggja stjórnarskipan, men er ætlaða stjórnarskipanin í Grønlandi eisini nógv seinkað.
Hóast tað er nærum eitt ár síðan, at grønlendingar seinast vóru á vali, er tað fyrst nú eydnast politikarunum at finna eina semju um grundarlagið fyri arbeiðið hjá nýggju stjórnarskipanarnevndini. Tað skrivar grønlendski miðilin Sermitisiaq.
Nú manglar einans, at flokkarnir velja fólk í nýggju nevndina, áðrenn arbeiðið upp á eina stjórnarskipan kann byrja.
Júst hvat flokkarnir eru vorðnir samdir um fáa veljarar kortini ikki at vita í fyrstu atløgu.
- Við virðing fyri flokkunum í Inatsisartut bíði eg við at almannakunngera semjuna, inntil partarnir hava avgjørt hvønn tey ynskja tilnevna, sigur Vittus Qujaukitsoq, landsstýrismaður í innlendismálum, við Sermitisiaq.
Tað eru tvey og eitt hálvt síðan, at fyrsta stjórnarskipanarnevndin skuldi handa eitt uppskot til eina nýggja stjórnarskipan, men fall tað niðurfyri. Í staðin roynir nýggja nevndin at fáa eitt uppskot klárt til 21. juni 2021, skrivar Sermitisiaq.