Í Nuuk eru embætisfólk í fiski- og landbúnaðarmálaráðnum farin undir at orða nýggjar lógir, sum skulu rudda slóð fyri vinnuligari aling á sjógvi og á landi. Lóggávan fer millum annað at umfata fiskaaling, kræklingaaling og framleiðslu úr tara.
Ane Hansen, landsstýriskvinna í fiskivinnumálum, segði í Landstinginum í síðstu viku, at landsstýrið heldur stórar møguleikar vera í einari komandi alivinnu, men at lóggávan fer at umfata nógv annað enn vanliga fiskaaling.
Lógaruppskotini, sum ætlandi verða løgd fyri Landstingið í heyst, skulu eisini umfata matvørutrygdina í sambandi við aling.










