Heilsumyndugleikarnir í Grønlandi hava í sambandi við eygleiðing staðfest, at lønarútgjaldingar í alt ov stóran mun merkja drykkjuskapur hjá fólki.
Blaðið AG skrivar, at fólk hjá Heilsumálaráðnum hava eygleitt fólk í Tasiilaq, og har kundu tey staðfesta, at tá ið lønin kom á konto hjá fólki hóskvøld kl 23.00, fóru tey á vertshús.
65 fólk komu á vertshúsið um tað mundið, og eygleiðararnir taldu upp í 24 børn, sum bíðaðu eftir foreldrunum uttan fyri vertshúsið Eingin vakt var í hurðini, og tí gingu børnini eisini stundum inn á vertshúsið, skrivar AG.
Eigarin av vertshúsinum heldur, at tað er ikki teirra trupulleiki, at børn eru í nánd av vertshúsinum. Foreldrini hava ábyrgd av børnunum, og tað hevur einki við vertshúsið at gera. Í ringasta føri má løgreglan senda børnini heim, sigur eigarin við AG.