Grønanes og Vesturtúgva, sum samtrola, hava landað í Vestmanna í dag. Tilsamans høvdu teir báðir 200.000 pund, teir fóru til fiskiskap sunnukvøldið 13. juli.
Meginparturin av veiðuni var upsi, tó vóru nøkur kør við hvítum fiski eisini.
Teir eru klárir at fara aftur til fiskiskap, men loysa ikki fyrenn í annakvøld, fyri at passa túrin soleiðis, at teir landa aftur beint eftir Ólavsøkuna.