Gráa gullið verður ikki virt i Føroyum

Nú um dagarnar er varpað ljós á umstøðurnar hjá føroyskum pensjónistum og eru søgurnar ikki tespiligar

Vit hava pensjónistar í hesum landi, ið ikki hava til dagligt breyð. Vit hava pensjónistar, ið ikki hava ráð til at hita sær húsini upp. Vit hava pensjónistar, ið ikki hava ráð til at ganga saman í hjúnarlag. Um vit høvdu hagtøl, ið vísa, hvussu nógv liva undir fátækramarkinum í Føroyum, so hevði óivað nógvir pensjónistar komið undir hesa áseting, men kanska tora vit ikki at síggja skriftina á vegginum, og tískil hava vit ongi tílík hagtøl.

 

Tað er bæði syrgiligt og pínligt at hoyra um hesu mongu pensjónistar, ið eru so illa staddir, at vit kunnu ikki loyva okkum at lata standa til longur. Tað hjálpir ikki at bíða til 2050, tí tað hava vit lagt mangan pensjónistin í grøvina, orsaka av politiskum maktarloysi. Tað má okkurt henda her og nú. Hækkandi oljuprísir og hækkaðu útreiðslurnar hjá húsarhaldinum eru ikki við til at bøta um viðurskiftini og umstøðurnar hjá pensjónistunum

 

Fólkaflokkurin er longu farin til verka til tess at bøta um umstøðurnar hjá føroysku penjónistunum. Ì fyrsta umfari eru tað pensjónistarnir, ið enn eru arbeiðsmarknaðinum, ið Fólkaflokkurin vil veita eina hjálpandi hond. Tað er ein stór andsøgn í tí, at vit gera lógaruppskot fyri at innføra fremmanda arbeiðsmegi, alt ímeðan at vit forða teimum føroyingum, ið framvegis hava møguleika og vilja til at virka á arbeiðsmarknaðinum.

Sjálvsagt skal ein pensjónistur hava rætt til at fara á pensjón, tá ið hann fyllir 67. Lívið er eitt res, og tað er heilt náturligt, at fólk hava tørv á at kunna njóta teirra otium. Men framvegis eru tað nógv eldri, ið vilja vera á arbeiðsmarknaðinum eitt sindur longur, og eiga tey at hava rætt og møguleika til tess. Tað eru fleiri góð argument fyri hesum. Tað styrkir tann einstaka fysiskt við at vera virkin hvønn dag, ið er gott fyri likal og sál. Eisini styrkir tað um tann sosiala partin; tí tað er gott at koma út ímillum fólk heldur enn at sita heima í einsemi. Harumframt kann ein pensjónistur geva vitan og førleikar frá sær til yngri starvsfelagar, ið ikki eru so royndir innan eitt ávíst fak ella yrki.

 

Tey eldru verða straffaði á arbeiðsmarknaðinum

 

Um ein vanligur pensjónistur forvinnur meira enn 54. 000 um árið, verður hann straffaður við at skula gjalda 60 krónur fyri hvørja 100 krónur, hann forvinnur meira enn hesar 54.000. Hetta gevur onga meining serliga í hesum døgum, tá ið vit vanta arbeiðsmegi, og at pensjónistar hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman. Eisini verður oljustudningurin tikin burtur um ein pensjónistur forvinnur meira enn 54.000 um árið. Hví skulu fólk straffast fyri, at tey hava hug til at forvinna sær nakrar eyka krónur. Hetta virkar sera margháttligt, tá ið vit kenna til umstøðurnar hjá føroysku pensjónistunum.

 

Mótrokningin í viðbótini skal lækka

Fyri at bøta um umstøðurnar hevur Fólkaflokkurin lagt eitt uppskot fyri tingið, ið lækkar mótrokningina í viðbótini úr verandi 60 krónum fyri hvønn 100 seðil niður í 30 krónur. Við øðrum orðum at lækka marginalskattin úr 60% niður í 30%. Best hevði verið, um markið 54.000 kar. antin varð tikið burtur ella hækkað munandi, soleiðis at ongin mótrokning varð í viðbótini. Fólkaflokkurin vil kanna, um møguleiki er fyri hesum og um ein politisk semja kann finnast um hetta týdningarmikla mál.

 

Fólkaflokkurin fór uppá val við tí málsetningi, at brúk skal vera fyri øllum, og vit meta sanniliga, at brúk er fyri teimum eldru, ið framvegis hava møguleika og hug til at virka á arbeiðsmarknaðinum. Tað gevur als onga meining at tvinga fólk at seta seg aftur, at straffa tey um tey forvinna sær nakrar eyka krónur. Vit hava tørv á dynamikki og fleksibiliteti á føroyska arbeiðsmarknaðinum heldur enn stringentar reglur og mannagongdir, ið drepa alt virkisfýsni. Hetta er tíverri sum í mongum øðrum lutum galdandi í Føroyum, og tað er uppá tíðina, at vit politikararir gera skipanir, ið eru fleksiblar á øllum stigum.