Gott skil á ferðsluni í Sandoynni

Løgreglan hevur verið í Sandoy og kanna bilar

Í gjár var løgreglan í Sandoynni og kannaði bilar og bilførarar, men har var standurin góður.

Løgreglan sigur, at 53 bilar vórðu steðgaðir og kannaðir, men tað vóru bara fimm bilførarar skrivaðir upp at fáa eina bót sendandi. Og tað heldur løgreglan var vær sloppið.

Á tveimum av bilunum vóru dekkini slitin og tveir bilførarar høvdu ikki koyrikortið uppi á sær. Og so var tað eisini ein bilførari, sum varð skrivaður upp fyri ikki at hava fylgt ferðsluávísingunum á staðnum.