Gott grindaár í fjør

11 grindir løgdu beinini í Føroyum í 2009. Tað staðfestir uppgerðin hjá Føroya Náttúrugripasavni. Eingin grind legði beinini í 2008, og hetta er ikki hent síðan 1927.

Grindaloysi hevur bert verið trý ár í 20. øld, t.e. 1901, 1924 og 1927.

Fyrsta grindin í 2009 var í Hvannasundi 5. januar 2009. Sambært hvalahagtølunum frá 1584 til í dag hevur Hvannasund fingið áttandu-flestar grindir í landinum við 89 grindum við tilsamans 9.119 hvalum.

Hesir hvalirnir hava lagt beinini í 2009:

5. januar løgdu 99 grindahvalir beinini í Hvannasundi.

28. apríl legði ein hvítskjórutur springari beinini í Sandavági, og 10 mai løgdu 4 hvítskjórutir springarar beinini í Hvannasundi.

Síðani stóð Hvalvík fyri tørni. Tann 23. mai løgdu 188 grindahvalir, 14 hvítskjórutir springarar og ein hvessingur beinini har.

August mánaði var mánaðurin hjá suðuroyingum, og tann 22. august kom fyrsta grindin til Suðuroyar, tá 141 hvítskjórutir springarar løgdu beinini í Øravík. Dagin eftir vóru tveir døglingar dripnir í Hvalba, og 27 august vóru 11 hvítskjórutir springarar dripnir í Fámjin.

Í september mánaði gekk leiðin aftur norður um fjørð, og næstseinasta grindin var 5 september, tá 23 grindahvalir vóru riknir inn á Gøtuvág.

Seinasta drápið í 2009 sleppa klaksvíkingar at breggja sær av, tá teir tann 16. september drupu 3 rissospringarar ? og hetta er eisini fyrsta ferðin at rissospringari er hildin til í Føroyum.

Tilsamansgjørdist talan um 3 grindir við 310 grindahvalum upp á 2.974 skinn - ella 148 gyllin og 14 skinn - 5 grindir við 171 hvítskjórutum springarum, 1 grind við 1 hvessingi, 1 grind við 2 døglingum og 1 grind við 3 rissospringarum.