FÓTBÓLTUR
Íslendsku fjølmiðlarnir góvu serliga tí eina manninum á føroyska landsliðnum gætur. Ein lítil partur av orsøkini er sjálvandi, at Gunnar Nielsen er hálvur íslendingur, men høvuðsorsøkin var, at hann eftir íslendskum metum var besti maður á vøllinum. Hesum síðsta er vælsaktans eisini full undirtøka fyri heima í Føroyum.
Sjálvur heldur Gunnar ikki, at tað vóru so ofta boð eftir honum í dystinum, og hann vil heldur vera lítillátin og vísa á, at verjan tók sær av tí nógva framman fyri málinum. Men hann dylir ikki fyri, at hann er sera fegin um avrikið – serliga, tá umstøðurnar frammanundan verða havdar í huga.
– Vit vóru sera uppsettir eftir alt rokið, sum hevur verið, og tað var deiligt at svara øllum atfinningunum aftur á vøllinum. Serliga hevur Heðin verið noyddur at hoyrt nógv fyri úttøkuna, men eg haldi, at alt tað negativa fingu vit vent til nakað positivt, sigur málverjin, ið fyri fyrstu ferð vardi málið á A-landsliðnum.
– Eg vil eisini rósa verjuni, sum megnaði sera væl at taka ímóti tí, sum kom frá íslendingum, og eg hevði kanska væntað, at meira bleiv at gera hjá mær. Men annars haldi eg, at vit stríddust væl og spældu skilagott kring allan vøllin. Eg haldi ikki, at íslendingar vóru serliga kreativir, men spældu nógv við longum bóltum, ið ikki gjørdust vandamiklir fyri okkum.
Sum sagt, so er Gunnar sjálvur hálvur íslendingur, tí mamman er úr Íslandi, og fleiri av ættfólkum hansara vóru eisini og hugdu at dystinum. Tað kanska gav eitt sindur av eyka íblástri eisini.
– Tað var fantastiskt at fáa sín fyrsta dyst upp á henda mátan, tí nú hevur verið bíðað so leingi eftir okkara fyrsta sigri á íslendingum. Sum skilst, so svíður tapið illa hjá teimum, tí teir hava longu biðið um at fáa nýggjan dyst næsta ár.