Gongutúrur Fuglafjørð - Hellur

Sunnudagin skipar Eysturoyar Kunningarstova saman við Fornminnisfelagnum í Fuglafirði fyri einum gongutúri úr Fuglafirði eftir gomlu mannagøtuni um Skarðið til Hellurnar

Nógv áhugavert er at síggja á leiðini. Millum annað Gullbrandshellið og Hulduheyggjar. Av Altarinum kann ein njóta útsýni yvir Góðadal, Djúpini og Norðuroyar.

Hetta er ein túrur fyri øll áhugað. Farið verður frá Kunningarstovuni kl. 15.00 sunnudagin. Túrurin kostar 50 kr. fyri vaksin og 25 kr. fyri børn. Peningurin, ið inn kemur, fer at løna ferðaleiðarunum og til Fornminnisfelagið.

Árligi túrurin, sum Kunningarstovan skipar fyri niðan á Skarð verður fyrst í august.