Gongutúrur í gomlu Havnini

Mikudagin skipar Pensionistafelagið í Havn fyri gongutúri í gomlu Havnini. Pensionistafelagið í Havn er eitt sera virkið felag, sum skipar fyri ymiskum tiltøkum og vitjanum. Limirnir koma annars saman í Losjuni á Tinghúsvegnum hvørt mikukvøld kl. 19, tá ikki annað er lýst.

Mikudagin 15. september skipar felagið fyri gongutúri í gomlu Havnini við ferðaleiðara.

Fyrireikararnir siga, at møtt verður á torginum í Vágsbotni kl. 15, og øll eru vælkomin. Aftaná er ætlanin at fara inn onkustaðni, har tey, ið vilja, kunnu keypa sær okkurt leskiligt.