TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið Vilmund D. Jacobsen gjørdi beinleiðis á Rás2 við borgarstjóran í Vestmanna, Paula T. Petersen í samband við, at tað er bátastevna í Vestmanna.
Prátið fór víða um. Prátið snúði seg bæði um bátastevnuna, gongdini í Vestmanna kommunu, sum borgarstjórin heldur er góð, men tó manglar ein munandi fólkavøkstur.
Prátið snúði seg eisini um fiskivinnunýskipanina, sum Pauli T. Petersen heldur fer at verða betri og rættvísari fyri øll øki í Føroyum. Eisini var nomið við hjúnarbandslógina, har Pauli T. Petersen staðfestir, at hann sum borgarstjóri ætlar at víga øll pør, sum ætla at giftast borgarliga í Vestmanna.










