Tað hevur gingið væl at reka grindina, sum varð funnin í Svínoyarfirði fyri góðum tíma síðan. Í løtuni eru einir 25 bátar við í rakstrinum og grindaformaðurin, Heðin í Frammistovu, sigur, at raksturin higartil hevur gingið væl.
- Tað er altíð trupult at meta um støddina á grindini, men eg haldi ikki, at hon sær so stór út, kanska einir 60-70 hval. Eg vænti, at grindin verður hildin til um ein góðan hálvan tíma ella so, um góða gongdin í rakstrinum heldur fram. sigur grindaformaðurin.
Heðin í Frammistovu, sum saman við øðrum er við í rakstrinum, væntar, at nærri verður at frætta um ein góðan hálvan tíma ellla so. Tað var ein bátur úr Havn, ið fann grindina í Svínoyarfirði, sum nú nærkast aliringunum í Hvannasundi.