Tvær tær fyrstu royndirnar at bjarga manningini, sum er strandað umborð á russiska kavbátinum Kursk, sum er sokkin í Barentshavinum, miseydnaðust.
Í gjár fóru russar undir triðju royndina, og hesaferð søgdu myndugleikarnir seg vera meira bjartskygdar fyri, at bjargingin skuldi eydnast.
Ovastin í sjóverjuni, Vladimir Kurojedov segði í gjár fyri fjølmiðlunum, at teir 116 menninir umborð á Kursk hava nóg mikið av súrevni til at klára seg til fríggjadagin.
Eingin leki
Manningin á Kursk hevur kunnað givið boð frá sær við at banka á skrokkin á kavbátinum, men russiska sjóverjan sigur nú, at nú er lítið at hoyra frá manningini. Helst er hetta tí, at teir vilja spara súrevni, og tí ikki vilja gera ov nógv av.
155 metra langi Kursk liggur á 108 metra dýpi í Barentshavinum , og nú roynir russiska sjóverjan at fáa eitt bjargingarhylki niður til Kursk.
Norska tíðindastovan, NTB, sigur, at einki óvanligt geislavirkni kann málast í Barentshavinum. Kursk er kjarnorkudrivin, men russiska sjóverjan tvíheldur um, at reaktorurin umborð varð sløktur eftir forskriftunum, og at eingin vandi er fyri leka.
? Havið tolir nógv av. Um geislavirkin evni leka út í havið, so skal nógv til, áðrenn nakar vandi stendst av hesum, sigur Ole Harbitz, sum starvast fyri norsku Kreppunevndina fyri Kjarnorkuóhappth;uni við tað drúgva fyrireikingarbeiðið, sum er gjørt undan fyrstu loyvisgevningini. Hann vísti á, at tað frá almennari síðu eru gjørdar nógvar fyrireikingar til oljuleiting, ikki bara í Oljumálastýrinum og Jarðfrøðisavninum, men í umsitingini sum heild. Her kann serliga verða nevnt arbeiðið, sum í løtuni verður gjørt í sambandi við tilbúgvingarætlanina. Talan er um eina rættiliga fjølbroytta verkætlan, ið flestu aðalstýrini onkursvegna eru uppí, t.d. verður ætlanin fyriskipað av Vinnumálastýrinum, Fiskimálastýrið hevur ábyrgdina av tilbúgvingini til havs, Almanna- og heilsumálastýrið av m.a. sjúkrahústilbúgvingini, Løgmansskrivstovan av møguligum lógarbroytingum og millumlandaviðurskiftum, meðan Oljumálastýrið hevur ábyrgdina av tí partinum, sum beinleiðis hevur við frálandsvirksemið at gera. Sum heild gongur hetta arbeiðið væl, men talan er um eina stóra uppgávu, sum krevur gott samstarvsstev millum allar teir luttakandi partarnar segði landsstýrismaðurin.
Áðrenn uppskotið um fyrsta útbjóðingarumfarið varð latið løgtinginum seinasta heyst helt landsstýrismaðurin ein fund við reiðara- og manningarfeløgini, har greitt var frá útboðsøki og væntaðum virksemi. -Tað er sera umráðandi, at vit allatíðina kunna um oljuvirksemið, soleiðis at fiskivinnan og oljuvinnan kunnu samstarva so skynsamt sum møguligt. Ætlanin er tí seinni í heyst at skipa fyri líknandi fundi, har greitt verður frá, hvørjar avleiðingar oljuleitingin, t.e. bæði leitiboringar og seismikkur, kann hava fyri fiskiskap á leiðunum, har leitað verður. Møguliga eigur eitt fast samstarvsforum at verða skipað. Sambært kolvetnislógini skal ein endurgjalds- og skaðabótanevnd setast við umboðum fyri fiskivinnufeløgini og loyvishavarar til oljuleiting. Oljumálastýrið fer at taka stig til, at henda nevndin verður mannað skjótast møguligt.
Sambært kolvetnislógini skal landsstýrismaðurin annaðhvørt ár lata løgtinginum eina frágreiðing, ið skal vera grundarlag undir einum oljupolitiskum orðaskifti á løgtingi. Tá útbjóðingarlógin varð løgd fyri løgtingið í fjør, nevndi Eyðun Elttør, at hon kom ístaðin fyri frágreiðingina, sum av røttum átti at verið løgd fram fyrstu ferð í 1999. Samstundis varð nevnt, at ætlanin var at lata løgtinginum eina frágreiðing, tá leitingarloyvini eru latin. Miðað verður eftir at gera eina frágreiðing, sum kann fevna eitt sindur breiðari enn bara um sjálva loyvisveitingina. Ætlanin er at greiða frá tí sum longu er hent á oljuøkinum, t.d. umhvørviskanningum, granskingarætlanum, útbúgvingum, vinnumenning o.s.fr. Í øðrum londum verður ætlað um ókendu kolvetnisnøgdirnar ? t.e. nøgdir, ið ikki eru staðfestar við boringum ? men nøgdir, sum mettar verða at fjala seg í undirgrundini. Slíkar metingar hava vit higartil ikki gjørt í Føroyum, m.a. tí torført er at ætla um hesi viðurskifti á basaltøkjunum. Frágreiðingin í heyst fer at geva eitt boð uppá, hvørjar kolvetnisnøgdir talan kann vera um í pørtum av føroyska økinum.