Enn hevur hann ikki fingið teir 150 stillararnar, sum skulu til fyri at stilla upp til fólkatingsval.
Tað sigur Zakarias Wang, sum við lýsing í Sosialinum 15. oktober í fjør boðaði frá, at hann fór at stilla upp uttanflokka til komandi fólkatingsval.
Hann segði tá, at endamálið við uppstillingini er at fáa í lag eitt ríkisting at avgera hvussu vit sjálvi skulu skipa okkara viðurskifti.
– Tá ríkjasovastin eftir valið spyr hvønn eg vil hava at standa fyri nýggju donsku stjórnini, fari eg at mæla til, at tann verður biðin, sum tekur undir við hesum ynski. Til tess at geva ynskinum enn størri tyngd, fari eg beinanvegin at bjóða hinum føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðunum at vera saman við mær, segði hann í lýsingini.
– Tá tann forsætisráðharri, sum tekur undir við ynski okkara, er settur í starv, verður skipað fyri vali av ríkistinginum, og vit fáa eina stjórn, sum er javnlíki við ta donsku, og kann taka upp samráðingar við hana um viðurskiftini ríkjanna millum. Harvið kunnu vit koma burtur úr tí ódemokratiska og ólógliga stýrislagi, sum vit liva undir, segði hann.
Fyri at stilla upp uttanflokka krevst, at tú hevur 150 stillarar, og er tað í sjálvum sær ein avbjóðing.
– Tað gongur væl, kanska ikki nóg skjótt, men tað gongur væl, sigur Zakaris Wang.
Fólkatingsval verður í seinasta lagið 15. september í ár. Zakarias Wang hevur fýra ferðir áður stillað upp til fólkatingsval, harav tvær ferðir uttanflokka, tað var í 1971 og 1977.
TRÝST HER fyri at lesa um, tá Zakarias Wang mundi komið á Fólkating í 1971