Gongur framá hjá Holte

Holte IF vann sunnudagin 3-0 móti Middelfart VK, og nú gongur framá hjá Bárði og teimum. Tað sær út til, at teir nú eru um at fáa skil uppá spælið hjá sær, serliga verjupartin

Flogbóltur

Eftir nøkur keðilig úrslit sær nú út til, at Holte IF, har Bárður B. Mikkelsen er ein av leikarunum, nú hevur fingið eitt sindur blíðari byr aftur.
Sunnudagin spældu teir á heimavølli móti Middelfart VK, og Holte vann dystin 3-0. Hóast dysturin var tættur, so høvdu Bárður og teir yvirvág allan dystin, og settúrslitini vóru 25-20, 25-23 og 25-19.
Bárður heldur, at teir nú eru um at fáa skil uppá sítt spæl, serliga verjupartin, sum riggaði stak væl sunnudagin. Tað er verjan, sum hevur givið teimum trupulleikar fyrr í kappingini, og tí hava teir arbeitt serliga nógv við verjupartinum henda síðsta mánaðin. Og hetta man hava hjálpt, tí sunnudagin spældi verjan sera væl.
Sigurin sunnudagin hevði eisini stóran týdning við tað, at Middelfart eisini er eitt av liðunum, sum stríðist um síðstu plássini til hálvfinalurnar. Nú leygardagin skal Holte til Odense at spæla móti DHG. Eisini tann dysturin hevur stóran týdning, tí bæði liðini eru í somu støðu, og fyrr í endaspælinum tapti Holte á heimavølli móti DHG.
Kappingin er soleiðis skipað, at í aðrari hálvfinaluni møtast nummar eitt og nummar fýra, og í hinari eru tað so nummar tvey og trý. Málið hjá Holte er tí at enda nummar tvey ella trý fyri at sleppa undan at møta HIK Aalborg í hálvfinaluni. HIK eru stórfavorittar til at endurvinna danska meistaraheitið.