Gongur av skriðuni hjá OB

Jóan Símun var ímillum teir bestu, tá OB legði rygg til enn eitt tap.

Tað gongur av skriðuni hjá OB í Superliguni, sum í kvøld – eftir fýra tap á rað – skuldi royna at reisa seg á útivølli ímóti SønderjyskE.


Jóan Símun Edmundsson var aftur hesaferð við byrjunaruppstillingini, men hesaferð slapp hann at royna seg meira sentralt har frammi á vøllinum.


SønderjyskE legði seg á odda longu í 11. minutti, tá ið svenski Simon Kroon lirkaði bóltin í stongina og inn til 1-0 til heimaliðið.


Jóan Símun var ímillum teir mest eyðsýndu á vøllinum, og frásøgumenninir á TV3 Sport høvdu á orði, at hann mundi vera bestu hjá OB í kvøld. Hann spældi allan dystin.


Tað var tó ikki nóg mikið til at sleppa undan einum 1-0-tapi. Hetta var fimta tap hjá OB á rað, sum er triðaftast í Superliguni við einans sjey stigum í 10 dystum.