Gongulagskapping hjá Føroyskum Íslandsrossafelag

Vikuskiftið 20. og 21 mei verður skipað fyri gongulagskapping á vølli felagsins á Kráarheyggi. Tað hevur verið ógvuliga stór framgongd við luttakaratalinum fyri hvørja kapping í ár, síðstu kapping vóru nærum 35 ross við og var tað tað mesta nakrantíð.

Til fyrstu kapping í ár byrjaðu vit uppá nakað nýtt, tað var at hava kappríðing í trav og skeið á vølli Føroya Ríðingafelags í Havnadali og var tað sera góð undirtøka í hesum og eydnaðist hetta serstakliga væl, henda kapping byrja kl. 10.00 leygarmogunin.

Kl. 14.00 sama dag verður kappast í fjórgongd, fimmgongd og tølt, hetta er tað innleiðandi umfarið og verður hildið áfram við finalu umfarinum sunnudagin kl. 14.00. Seinasta freist at tekna seg til kappingina er hóskvøldið 18.05. áðrenn kl. 22.00 á tlf. 315078 Elin Poulsen og tlf. 217688 David Nordendal.