Gongubrúgvin komin væl áleiðis

Arbeiðið við at seta upp gongubrúgv á verandi brúgv um Streymin gongur sum ætlað. Um viðrar verður arbeiðið væntandi liðugt um ein góðan mánað Framyvir verður tryggari at ganga yvir um brúnna um Streymin. Í løtuni eru fólk í ferð við at seta upp gongubrúgv fram við norðaru síðu á brúnni. Arbeiðið skal eftir ætlan vera liðugt síðst í februar.

Ferðslutrygdin á brúnni um Streymin verður munandi bøtt, tá umvælingin av brúnni er endaliga liðug. Umframt at tryggja tey ferðandi til gongu, hevur hendan ferðsluábótin tann fyrimunin, at koyribreytirnar á brúnni eru breiðkaðar úr góðum seks metrum upp í átta metrar. Tað merkir, at hvør koyribreyt nú er ein metur breiðari, íroknað vegøksl á hvørji síðu.

Sjálv brúgvin er høvuðsumvæld, fuktbjálvað og asfalterað.