Gongst sum ætlað við Smyrli

Arbeiðið, sum skuldi gerast umborð á Smyrli, nú hann er farin til Danmarkar í dokk, gongur sum ætlað. Tað sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni.

Hann sigur, at tekur onki heilt óvæntað seg upp, verður Smyril aftur í rutusigling í Føroyum su ætlað, beint eftir hálvan oktober.

Eitt arbeiðið, sum skuldi gerast við Smyrli, var at gera eina nýggja skipan fyri at útihýsa vandanum fyri at hann missur motorkraftina, soleiðis sum tað er hent nakrar ferðir.

Annars vilja sonevndar vælvitandi keldur vera við, at tað er galið við stabilisatorunum umborð á Smyrli, men at Strandferðslan ikki hevur lagt upp fyri hesum og at Smyril tískil fer bara at sigla við einum stabilisatori í vetur.

Men hetta avsannar Conrad Gaard Joensen.

Smyril hevur eina skipan, sum ger, at tá ið ferðin fer niður um fimm míl, leggja stabilisatorarnir seg inn av sær sjálvum.

Men einaferð, hann skuldi leggja at á Krambatanga, virkaði skipanin ikki og annars stabilisatorurin tók í bryggjukantin.

Men tað hendi ongin nevniverdur skaði og síðani hava tey brúkt tað mannagongd, at tey altíð hyggja eftir um stabilisatorarnir eru inni, tá ið lagt verður at.

Hinvegin hava smávegis brek verið við hinum stabilisatorinum so at hann ikki hevur virkað heilt sum ætlað, men Smyril hevur kortini siglt við tveimum stabilisatorum.

- Talan var um eitt brek við stýriskipanini innanborða og tað er umvælt, so at tá ið Smyril kemur aftur úr dokk, virka báðir stabilisatorarnir til fulnar, sigur Conrad Gaard Joensen.

Annars hevur avloysaraskipið, Reginu Baltica, havt trupulleikar við bógportrinum. Men nú eru eykalutir komnir og fyrsta dagin verður bógportrið umvælt, so at tað kann brúkast at koyra umborð og íland ígjøgnum.