Gomul virði í hásæti aftur

? Føroyingar eiga at staðfesta, at kynslig misnýtsla av børnum eisini fer fram her, eins og í øllum øðrum londum, og eiga tí at bróta upp ermar fyri at gera nakað við tað. Ráðstevnan hjá Barnabata er eitt stig á rættari leið, men tað er langt eftir á mál, sigur Lotte Wenstrup, sum m. a. hevur verið formaður fyri Red Barnet í Danmark

Tær báðar, Lotte Wenstrup og Anne Pontoppidan, sum báðar eru sálarfrøðingar, hava havt úr at gera hesar dagarnar tær hava verið í Føroyum.

Fyrilestrar og arbeiðsbólkar, har fundarmálið hevur verið føroyskt, er ikki hvønndagskostur fyri donsku kvinnurnar.

Kortini eru tær serstakliga fegnar um at hava verið partur av ráðstevnuni hjá Barnabata, tí, sum Lotte Wenstrup sigur, tað er eitt stig á rættari leið.

Men nógv er um at fara og tað skal farast so varisliga fram í hesum føri. Málið er so viðkvæmt, at verður ikki rætt farið fram, so kann tað gera størri skaða enn gagn.

? Tað hevur sera stóran týdning, at seta hol á eitt evni, sum annars ikki verður viðgjørt, sigur Lotte Wenstrup.

? Hetta er eitt evni, sum vit eru serstakliga varin, at nerta við, tí tað fær tað at venda sær í fólki, sigur Lotte Wenstrup.

Tí leggja tær báðar sera stóran dent á, at greiða fólki frá, at tað er eitt mál, sum skal viðgerast sera álvarsliga, bæði av viðgerarunum sjálvum og eisini av fjølmiðlunum, eitt nú, tá slík mál koma fyri rættin.


Gamlar dygdir

Tað kemur neyvan sum eitt sjokk tá vit staðfesta, at tíðirnar eru nógv broyttar. Uttan at staðfesta, at tíðarbroytingin er einasta orsøkin til, at tað nú verða skrásettir fleiri tilburðir av kynsligari misnýtslu, so halda tær báðar, Anne Pontoppidan og Lotte Wenstrup, at tað hevur ávirkan.

? Vit seta ikki somu mørk, sum vit gjørdu fyri nøkrum árum síðani, og tað spælir uttan iva inn. Eg meini, at í gomlum døgum var tað mestsum óhugsandi, at eitt barn slapp at nerta við kynslutirnar uttan á klæðunum hjá mammuni, pápanum ella onkrum sum ansaði tí, men tað er broytt. Og tað hevur kanska verið við til at flyta mørkiini hjá børnunum soleiðis, at tey halda, at tá ein vaksin kynsliga fer at pilka við tey, so er tað í lagið. Tað er tað bara ikki, og tað er tað sit skulu læra tey, sigur Anne Pontoppidan.

Hon leggur dent á seinasta setningin og sigur, at tíðarinnar tonn, hevur spælt okkum eitt puss, sum børnini fáa skaða av.

? Tað er gjørt í vælvild, soleiðis at børnini gerast meira fræls, men tað er ikki einasta úrslitið, og tí eiga vit at fara aftur til tær gomlu dygdirnar, har vit seta børnunum greið mørk, sigur Anne Pontoppidan.

Men er tað ikki at ganga øvugtan veg, at fara aftur til tað gamla?

? Tað, sum liggur í hesum er ikki, at vit skulu fara aftur til gamlar tíðir, men aftur til gamlar dygdir, sigur Anne Pontoppidan.

? Og tað er stórur munur á, leggur hon afturat.


Umsorganin manglar

Hóast tað javnar hendir, at børn eru fyri kynsligari misnýtslu, og hóast slík børn eisini senda boð til øll onnur, at tey verða misnýtt, so er tað ikki bara sum at siga tað, at fanga boðini.

? Tað er ofta tí, at vit ikki vita hvat tað snýr seg um. Boðini kunnu lættliga vera tvískyld, við tað, at eitt barn, sum er misnýtt kynsliga, oftast eisini líður av tørvandi umsorgan. Tað er sjáldan misnýtsla einsamøll, og tí skal hyggjast varisliga eftir »boðunum«, sum barnið sendur, sigur Lotte.

Hennara fata er, at tað við at fara afturum familjuna, kann staðfestast, hvør er í vandabólkinum og hvør ikki er.

Sum dømi nevnir hon, at fær hon eitt barn til sín, har t. d. pornografi er »partur« av gerandisdegnum, so gerst hon meira varin, enn hon annars hevði verið.

? Tað er ikki tí, at tað er vandamikið í sær sjálvum, men tað vísir hugburðin hjá teimum vaksnu, um børn og vaksin hyggja at tílíkum í sjónvarpinum saman, sigur Lotte Wenstrup.

? Og heldur tú kanska, at foreldur okkara, tann tíð tað var, settust undir liðini á okkum, og hugdu at sovornum. Tað hevði verið heilt óhugsandi, sigur Lotte og hon fær stuðul frá Anne, sum leggur afturat, at tað er tí, vit skulu aftur til gamlar dygdir og gomul mørk.


Skulu læra

at seta mørk

Men tað, at seta mørk, er ikki nakað, sum kemur av sær sjálvum, og tað er nakað, sum vit eiga at gera meira við.

? Eg haldi, at vit eiga at læra børnini - og eisini okkum sjálvi - at tey ikki sleppa at nerta við okkara kynslutir, hvørki uttaná klæðunum, ella tá vit eru í ongum klæðum. Tá seta vit teimum eitt mark, sum kann læra tey, at tey skulu siga frá, um onkur annar ger tað við tey, og tað má vera vegurin, sum vit skulu fara, greiðir Anne Pontoppidan.

Tær eru báðar greiðar um, at tað ikki er nakað, sum fær kynsliga misnýtslu at hvørva, men ein hjálp fyri at koma henni til lívs.

? Tað eru børnini, sum líða undir tí, og tað eru tey, sum skulu hava hjálp. Vit skulu byrja onkustaðni og vit halda, at tað er eitt gott stað at byrja, at læra børn okkara at seta mørk, siga tær.

Tær fílast t. d. eisini á, tað frælsa lyndi, sum viðhvørt fer ov langt. Børn á stovnum, sum ganga nakin og spæla onkustaðni, ofta uttan at vaksin eru við, og tað eiga tey greitt at fáa at vita, at tað ger mann ikki.

? Men tað er ein onnur síða av somu søk, tí tað hevur eisini við tað at seta mørk at gera, siga tær.


Fjølmiðlarnir

ofta til skaða

Sum vera mann, sleppa fjølmiðlarnir ikki undan einari skolu tá slík mál eru frammi. Her heima hava vit kanska ikki sæð so nógv av tí, men í Danmark verða slík mál ofta blást upp til stórar forsíðusøgur, og tað heldur Lotte er vamlisligt.

? Hugsa tær. Í nógvum førum enda slíkar søgur sum forsíðusøgur, har fyrst tann eini vinkulin verður tikin fram, so ein annar, so ein triði, til søgan er er tað reina vatn. Og harafturat verða málini uppkallað eftir barninum og tað ger, at familjan ikki kann flýggja frá tí. Líkamikið hvagar tey fara, so er altíð vandi fyri, at søgan kemur undan kavi aftur. Tí er tað so ræðuligt.

? Í slíkum førum er tað barni, sum líður mest undir tí, hóast eg sum so einki havi ímóti tí, tá fólk, sum fremur kynsligan ágang, verður nevnt í bløðunum, tí tað tey gera, kann ikki fyrigevast, sigur Lotte Wenstrup.

Hon greiðir frá einum dømi úr Afrika, har ein misnýtari, beinleiðis var hongdur út í bløðunum við mynd av sær sjálvum og av húsunum hann búði í.

Tí halda tær báðar, at fjølmiðlarnir hava skyldu til at viðgera málið sakliga og virðiliga heldur enn sum eina sensatión.


Altjóða trupulleiki

Sum nevnt aðrastaðni, so leggja tær báðar dent á, at tað hevur sera stóran týdning fyri allar partar, at staðfesta beinanvegin, at trupulleikin er ikki eitt serføroyskt fyribrigdið.

Allur heimurin er fongdur við ógerðini, sum eitur, kynslig misnýtsla av børnum. Tí hevur tað so ótrúliga stóran týdning, at nakað verður gjørt við málið her á landi.

? Men tað skal ikki gerast soleiðis, at tað verður bara arbeitt inneftir. Føroyingar mugu eisini hyggja úteftir, fyri at síggja, um tað er nakað, sum tit kunnu læra av øðrum, ella um tað eru hugskot, tit kunnu geva øðrum, siga tær báðar.

? Hetta er eitt mál, sum hevur verið tabu í alt ov langa tíð, og tí skal tað tabu brótast. Men tað er ikki nakað, sum hendir í eini handavend, og so avgjørt ikki nakað, sum kemur av sær sjálvum. Tað skal arbeiðast hart fyri tíð, og tað skal eisini arbeiðast saman, skal røkkast á mál. Tí hevur arbeiðsætlanin, sum tosað var um á ráðstevnuni, so sera stóran týdning, siga Lotte Wenstrup og Anne Pontoppidan at enda.