Golfo Azzurro hevur ikki brotið nakra lóg við at sigla í føroyskum sjóðøki. So smá skip, sum verða roknað sum stuttleikaskip, hava ikki fráboðanarskyldu, og tað er heldur ikki krav, at tey hava sendara, sum boðar frá, hvar skipið er.
Golfo Azzurro kom til Føroya seinasta leygarkvøld og fór fyrst á Fuglafjørð, har tollarar fóru umborð.
Týsdagin var skipið út fyri Vestmanna, og tollarar fóru aftur umborð. Men tollararnir høvdu einki at viðmerkja.