Gøtuljósini við Gjógv lýsa ikki

- Arbeitt verður við at rætta brekið, siga tey i Sunda kommunu.

Á heimasíðuni hjá Sunda kommunu, sum Gjógv eisini er partur av, verður sagt, at gøtuljósini við Gjógv lýsa ikki.

 

- Vegna brek á leiðingini, lýsa gøtuljósini ikki við Gjógv, siga tey í kommununi.

 

Lagt verður aftrat, at arbeitt verður við at rætta brekið, men enn er trupult at siga, nær gøtuljósini fara at lýsa aftur.