Góð royndarvenjing hjá Meinhardi

Ungur runavíkingur hevur royndarvant við Vendsyssel seinastu tíðina

René Shaki Joensen er ikki einasti føroyingur, sum hevur royndarvant við danska felagnum Vendsyssel, sum spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Eisini hevur 18 ára gamli Meinhard Olsen, ið spælir við NSÍ, royndarvant seinastu tíðina. Royndarvenjing hansara hevur gingið væl, men tó er óvist, um ungi runavíkingurin fær sáttmála burturúr royndarvenjingini, sigur Meinhard við in.fo.

 

- Royndarvenjingin gekk væl, og var hon sum heild ein jalig uppliving. Eisini, tí at tveir aðrir føroyingar, Hallur Hansson og Rene Shaki Joensen, vóru har, meðan eg royndarvandi. Eg fekk góð skoðsmál, og eg fekk at vita, at møguliga fer okkurt at stinga seg upp, men tað kunnu vit ikki vita enn, sigur Meinhard Olsen við in.fo.

 

Meinhard Olsen hevur leikt heili 41 dystir fyri NSÍ hetta kappingarárið, og hevur hann skorað 21 mál. Hesir dystir fevna um Effodeildina, 1.deild og U18. Flestu dystir hansara og flestu skotnu málini eru tó skorað í 1. deild og U18. Endaliga gjøgnumbrotið í Effodeildini vantar enn, nógvu mál hansara í øðrum deildum vitna tó um, at evnini eru framúr góð.