GLS-leiðsluráðstevnan verður í ár hildin í døgunum 21. og 22. oktober. Eins og undanfarin ár verður hon hildin í Norðurlandahúsinum. Á stevnuni í fjør, vóru fleiri enn 300 leiðarar úr øllum landinum koma saman til eggjan og leiðaramenning. Í ár verður vónað at eitt eins stór tal fer at taka lut.
Fyrireikingarnar til stevnuna eru longu byrjaðar, og fyri at fólk kunnu fylgja við í fyrireikingunum hevur stevnan fingið nýggja heimasíðu. Við nýggju síðuni, sum eitur www.gls.fo, ynskir GLS at kunna og seta ljóskastaran á leiðslu.
- Við nýggju heimasíðuni ynskja vit at gera arbeiðið hjá GLS í Føroyum enn sjónligari, verður sagt.
Á síðuni fæst kunning um til dømis talarar, sum verða á næstu leiðsluráðstevnuni, møguleiki er at melda seg til stevnuna og rinda gjøgnum heimasíðuna. Ein YouTube filmur eins og viðmerkingar frá luttakarum frá stevnuni í fjør eru á síðuni.
Myndir og annað tilfar frá undanfarnu GLS-tiltøkum lagdar út, eins og tað eisini ber til at finna leiðslutilfar, fjølmiðlatilfar og aðrar viðkomandi upplýsingar um GLS á síðuni.