Glottar eru at hóma, nú fiskaprísurin er batnaður

Sambært hagtølum hava partrolararnir havt ein vøkstur í veiðinøgd upp á stívliga 26% níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Seinastu tíðina eru fiskaprísirnir eisini hækkaðir rímiliga nógv

Fiskivinna

Partrolaraflotin er enn hampiliga væl fyri, men fíggjarstøðan er versnað munandi seinastu 2-3 árini. Miðalprísurin hevur verið støðugt fallandi síðan ár 2000, men er nú á veg uppeftir aftur.
- Eftir stóru afturgongdina frá 2002 til 2003 merkti afturgongdin frá 2003 til 2004, at samlaða ársúrslitið hjá partrolarunum fyri 2004 gav eitt hall upp á 9,3 miljónir krónur.
Rasmussen & Weihe siga í greiningini, at tær ábendingar, sum felagið hevur fyri árið í ár, eru positivar, hvat veiðinøgd viðvíkur.
- Sambært hagtølunum hjá Føroya Fiskimannafelag hava partrolararnir havt ein vøkstur í veiðinøgd upp á stívliga 26% níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Felagið vísir á, at miðalprísurin hinvegin er lækkaður nakað í hesum tíðarskeiði, men er hækkaður rímiliga nógv aftur seinastu tíðina.
Samlaða veiðivirðið er eisini sambært Føroya Fiskimannafelag økt 16% fyrstu níggju mánaðirnar av 2005 í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Rasmussen & Weihe halda tí, at raksturin hjá partrolaraflotanum verður nakað betri  ella á leið tann sami  sum undanfarna ár, tá ið hædd verður tikin fyri høgu oljuprísunum.
Partrolararnir høvdu annars eitt sera gott ár í 2001,og árini 2000 og 2002 royndust eisini væl.
- Úrslitini í 2003 og 2004 eru munandi verri enn øll hini árini orsakað av nógv lægri miðalsøluprísi, sigur felagið.
Miðalaldurin hjá partrolaraflotanum er 25 ár.