Hósdagin í hesi vikuni Kristi Himmalsferðardagur byrjar eitt bønarátak kring allan heimin, og sum føroyingar eisini eru partur av. Tiltakið ber heitið Global Day of Prayer
Hetta altjóða bønarátakið byrjar tá, og heldur fram teir komandi 10 dagarnar, heilt til hvítusunnudag, sum er tann stóri bønardagurin í hesum sambandi.
Á altjóða bønardegnum fara milliónir av trúgvandi kring heim at savnast til bøn.
- Trúgvandi frá ymiskum kirkjum og samkomum savnast í einleika í kirkjum, stadion, heimum, almennum støðum og aðrastaðni at biðja um grøðing og signing yvir lond og fólk, verður sagt í eini innbjóðing til henda dagin.
Samkoman Keldan í Skálafirði er eisini við í hesum stóra altjóða átaki. Á morgunmøtinum hvítusunnudag, ið er 27. mai, fara tey at standa saman í bøn saman við milliónum at trúgvandi kring allan heim.
- Vit fara at biðja fyri okkara landi og fólki og fyri øllum heiminum. Bønin broytir okkara land og allan heimin, verður sagt.
Ein bønarvegleiðing til bønirnar teir 10 dagarnar er tøk, og kann heintast umvegis alnetið.










