Tann 1. september 2005 læt Glenn Perdomo upp ein plátu- og lakkeringsverkstað á Hálsi í Havn, har bilverkstaðurin hjá P/F Meinhardt Arge fyrr húsaðist. Fyritøkan eitur Sp/f Plátuverkstaðurin v. Glenn Perdomo.
Glenn hevur trý starvsfólk afturat sær, tey eru: Johnny Heinesen, plátusmiður, Poul Petersen, autolakkerari, og Magnus Sivertsen, lærlingur. Fyritøkan ger alt upprættingar- og lakkeringsarbeiði bæði fyri privatfólk og fyri tryggingarfeløgini.
Sum tann einasti plátu- og lakkeringsverkstaður í Føroyum nýtir Sp/f Plátuverkstaðurin umhvørvisvinarligt vatnbaserað Glassurit-lakk, sum eisini verður tynt við vatni. Glenn sigur, at lakkið roynist sera væl og er ikki so heilsuskaðiligt, sum billakk annnars er kent fyri, og verkstaðurin hevur alla ta trygdarútgerð, sum myndugleikarnir krevja.
Glenn Perdomo, sum í dag er 36 ára gamal og býr Hoyvík, fór í læru sum bilmekanikari hjá P/F Vilhelm Nielsen í Jónas Broncksgøtu í 1986. Tá hann hevði lært í trý ár, keypti P/F Meinhardt Arge fyritøkuna, sum varð flutt niðan á Hoyvíksvegin, har sum Team 85 hevur hildið til og Føroyaprent heldur til í dag. Glenn flutti við og bleiv útlærdur í 1989.
Eftir at hann var útlærdur, royndi hann onnur arbeiði. Hann búði í Danmark frá 1994 til 1997, har hann royndi ymisk fyrifallandi arbeiði. Tá hann kom heim aftur í 1997, fekk hann starv á plátuverkstaðnum hjá P/F Meinhardt Arge, sum tá helt til á Hálsi. Eitt skifti arbeiddi hann sum verkførari har.
Árskiftið 2002-2003 flutti plátuverkstaðurin í bygningin við Oyggjarvegin, har bilasølan og mekaniski verkstaðurin helt til. Í august mánað í fjør leigaði Glenn plátuverkstaðin og rak hann sum sína egnu fyritøku. Hálvan august í ár keypti hann alla útgerðina á bæði plátu- og lakkeringsverkstaðnum og flutti alt oman í fyrrverandi bygningin hjá Meinhardt Arge á Hálsi.
Myndatekstur: